JN

Nú kunnu fólk 85 ár og eldri bíleggja tíð til koppseting

...

2021-03-25 10:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólk sum eru 85 ár og eldri kunnu nú bíleggja tíð til koppseting við nýggju bíleggingarskipanini á corona.fo. Sjúkrahúsverkið mælir til, at tey avvarðandi hjálpa við bíleggingini.

Frameftir verður koppsett eftir aldri og fyrst eru tað tey, ið eru 85 ár og eldri, sum eiga tørn. Lýst verður í miðlunum so hvørt nýggir aldurbólkar sleppa framat at bíleggja tíð til koppseting.

Her eru nøkur góð ráð, tá fólk bíleggja.

??? Hav p-tal og fartelefonina hjá tær, tá ið tú bíleggur tíð.

??? Kennir tú teg ikki trygga við tøknina, so mæla vit til, at ein avvarðandi hjálpir tær.

??? Til ber at brúka telefonnummar og teldupost hjá tí avvarðandi, tá ið tú bíleggur tíð.

Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst koppsetingarstaðið og so eina tøka tíð í upplatingartíðini.

Sjúkarhúsverkið hevur gjørt ein vegleiðandi film, sum kann hjálpa tær við bíleggingini. Filmurin liggur á síðuni, har bíleggingin fer fram. Sí eisini filminHER

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder