Í gjárkvøldið vórðu síðstu pennastrokini sett undir politiavtaluna fyri komandi fýra árini, sum Edmund Joensen og Sjúrður Skaale eisini hava samstarvað við føroysku løgregluna og danska løgmálaráðharran um.
Fyrr í ár skuldi ein ???fleirársavtala??? verðið gjørd, sum ásetir yvirskipaða fíggjarkarmin hjá politinum í Ríkisfelagsskapinum fyri komandi fýra árini. Vegna serligu koronuumstøðurnar, varð ikki komið á mál við samráðingunum fyrr enn í gjárkvøldið.
Avtalan ásetir eisini partvíst hvørji átøk og ábøtur verða gjørdar fyri føroysku løgregluna, og tí hava Sjúrður Skaale og Edmund Joensen verið í tøttum samskifti við myndugleikarnar og landsstýrið í Føroyum, um hvørjar ábøtur eru neyðugar hjá løgregluni, og síðani hava teir samráðst við danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, um at finna loysnir.
Millum átøkini í avtaluni er, at føroyska løgreglan fær betri umstøður til skipaðar skjótivenjingar, umframt at tað verður raðfest at økja um og styrkja arbeiðsorkuna hjá løgregluni í Føroyum.
- Vit eru sera fegnir um, at skjótiviðurskiftini koma í rætt lag, tí tað var eitt mál, sum løgreglan raðfesti ovarliga, siga Sjúrður Skaale og Edmund Joensen.
- Somuleiðis hava samráðingarnar sett gongd í eitt størri arbeiði at nútímansgera KT-skipanina hjá løgregluni, sum stjórnin hevur góðar vónir um at koma á mál við í hesum avtaluskeiðinum, og vit fara fylgja væl við tí arbeiðinum, leggja fólkatingslimirnir afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald