JN

Nú kanst tú søkja um Listaflogstuðul 2020

...

2020-02-11 14:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á fjórða sinni fer stuðulsskipanin hjá Atlantic Airways,Listaflog, at lata peningaligan stuðul til eitt ella fleiri listafólk og/ellalistaverkætlanir.

Eins og undanfarin ár er talan um 100.000 krónur, ið skululatast.

Stuðulin verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ellaaðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

Hugskotið spretti, tá ið Atlantic Airways í 2016 gavflotanum nøvn eftir mætum, føroyskum listafólkum.

Ein trímannanevnd ger av, hvør fær stuðulin. HansinaIversen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Alda Joensen, umboð fyri Uttanríkis-og mentamálaráðið og Laila Hentze, umboð fyri nevnd og leiðslu í AtlanticAirways sita í nevndini.

Listaflog er áður latið Jóhan Martini Christiansen ogHansinu Iversen (2017), Heiðriki á Heygum (2018) og Sunleif Rasmussen, GretaSvabo Bech og Det Ferösche Compagnie (2019).

Evsta mark at søkja um stuðul er á midnátt sunnukvøldið08. mars 2020.

Les um Listaflog og tak niður umsóknarblaðið á www.atlantic.fo/studul

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder