JN

Nú eru tað tey, ið eru 65 ár og eldri, sum kunnu bíleggja

...

2021-04-20 09:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Til ber at bíleggja tíð til koppseting fyri koronu her á síðuni. Koppsett verður eftir aldri og nú eru tað tey, ið eru 65 ár og eldri, sum kunnu bíleggja. Lýst verður í miðlunum so hvørt nýggir aldurbólkar sleppa framat at bíleggja tíð til koppseting.

  • Hav p-tal og fartelefonina hjá tær, tá ið tú bíleggur tíð
  • Kennir tú teg ikki trygga við tøknina, so mæla vit til, at ein avvarðandi hjálpir tær
  • Til ber at brúka telefonnummar og teldupost hjá tí avvarðandi, tá ið tú bíleggur tíð
  • Um tit framvegis hava avbjóðingar við at bíleggja tíð á heimasíðuni, ber til at fáa hjálp
    við at ringja á 30 45 45 yrkadagar millum kl. 14 og 16

Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst koppsetingarstaðið og so eina tøka tíð í upplatingartíðini. Koppsett verður á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Vit hava gjørt ein lítlan film, sum kann hjálpa tær við bíleggingini, sí filmin omanfyri.

Bílegg koronukoppseting

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder