Seinastu 10-15 árini hava við jøvnum millumbiðlum verið uppskot, tankar og orðaskifti um at skipa heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss hjá tí almenna í Føroyum. Ein av høvuðorsøkunum er, at hetta vil geva fólki møguleika at røkja størv hjá tí almenna, uttan at skula hugsa um at búseta seg í ávísum stað ??? ja, at kunna røkja eitt alment skrivstovu starv á t.d. Tvøroyri og verða búsitandi í Svínoy.
Gongdin seinastu ártíggjuni hevur verið púra greið
Ein alsamt størri partur av arbeiðsuppgávunum hjá fólki í skrivstovustarvi ella í umsitingarligum størvum verða loystar við teldu og internetsambandi. Hetta merkir eisini, at tað hevur minni og minni týdning, hvar í landinum persónurin við telduna situr, bara uppgávan verður loyst. Uppgávan er ikki tengd at, at tú skal sita á ávísar adressu fyri at loysa uppgávuna, men heldur er tað ein spurningur um at uppgávan verður loyst eftir ávísar ætlan og við ávísum tíðarfreistum.
Tekniskt hevur tað í øllum førum í 15-20 ár verið gjørligt at skipa heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss, men hóast hetta, so hevur ikki verið nøkur serlig framgongd á hesum økinum hjá tí almenna í Føroyum. Ein orsøk er helst, at politiski myndugleikin og stovnsleiðslur kanska ikki hava verið heilt klárar til hesa broyting. Hetta krevur sum verða man stóra hugburðsbroyting, tí talan er um eina broyting frá tí vanliga kenda arbeiðsplássinum, har fólk møta upp til arbeiðis, hava hvør sína skrivstovu ella hvørt sítt skrivaraborð og á staðnum loysa dagligu uppgávurnar.
Men nú er ein broyting farin fram
Korona-støðan hevur ført við sær, at fólk hava verið noydd at arbeiða heimanífrá, og hevur hetta ??? um ikki annað ??? lært okkum at tað er lætt og ómakaleyst at arbeiða heimanífrá.
Hesar mánaðirnar hava vit ikki frætt stórvegis um, at rúgvur av uppgávum liggja óloystar, tí fólk arbeiða heimanífrá, heldur hinvegin. Fundir hava eisini verið hildnir sum vant, men ikki í einum fundarhøli við fólki kring fundarborðið, men í einum virtuellum fundarhøli á internetinum. Skeið og undirvísing fyri starvsfólkum hevur eisini verið skipað sum vant, men ikki sum vanligt í felags skeiðshølum, men umvegis undirvísing á internetinum.
Við øðrum orðum eru vit komin hartil, at heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss er vorðin ein sjálvfylgja eisini í Føroyum !
Adressuleys størv í Íslandi
Í Íslandi gjørdu landsmyndugleikarnir í heyst av, at so nógv størv hjá tí almenna sum tilber skulu skipast sum adressuleys, og at 9 út av 10 nýggju størvunum í landsumsitingini skuldu lýsast leys at søkja sum adressuleys. Tað vil siga, at tað í Íslandi væl ber til at arbeiða í Fíggjarmálaráðnum í Reykjavík, men verða búsitandi og arbeiða heimanífrá á Seyðisfjørðinum.
Hendan broyting skapar stórar møguleikar fyri allan útjaðaran í Íslandi, tí eins og í Føroyum, so hava fólk við útbúgving í Íslandi í stóran mun verið ???kroyst??? til at flyta á Reykjavíkarleiðina, tí tað eru har tey nógvu størvini til útbúgvin fólk eru. Hetta skapar m.a. trýst á bústaðarmarkaðin kring allan høvuðstaðin og førir eisini við sær fólkaminking í útjaðaranum við øllum teimum neiligu fylgjunum, sum har hoyra til.
Men hetta kann nú spakuliga broytast og fyrstu størvini uttan adressur í Íslandi vóru sett longu fyrst í november mánaðí fjør!
Heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss eisini í Føroyum
Í Føroyum eiga vit sjálvsagt eisini at fara undir at skipa almenn arbeiðspláss sum heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss. Tað vil siga at fara burtur frá at krevja, at tú skal møta upp á ávísari adressu til arbeiðis, til at krevja, at uppgávan verður loyst sambært ætlan og tíðarfreistum ??? og so er tað líkamikið um starvsfólkið loysir uppgávuna í Mykinesi, Elduvík ella Lopra.
Við tað at landið er so lítið og tað er lutfalsliga skjótt at ferðast úr einum enda í annan, so ber eisini til at skipa hetta sum kombinatiónsstørv, har ein partur av vikuni verður arbeitt á arbeiðsplássinum t.d. í Umhvørvisstovuni úti á Argjum og hin partin av vikuni heima við hús í Hvalba.
Ein annar møguleiki er eisini at starvsfólk brúka felags arbeiðspláss ??? sokallaðicoworking space??? har tað eru tøk skriviborð + stólar, internetsamband, útgerð til netfundir, printari og ikki minst kaffistova. Eitt slíkt felags arbeiðspláss ellacoworking spaceer t.d.í Fjarlestrardeplinum í Vági og høvdu fólk úr allari Suðuroynni, sum eru í almennum størvum norðanfjørðs, kunnað havt felags arbeiðsstað á Fjarlestrardeplinum nakrar dagar um vikuna.
Tøkniliga er tað sera einfalt at skipa heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss ??? og vit hava staðfest, at tað riggar..
Vit hava í hesum korona-tíðum eisini staðfest, at tað ber sera væl til at fáa uppgávur loystar og fundir hildnar eisini tá fólk arbeiða í heimaarbeiðsplássum.
So tað er ein sjálvfylgja, at eisini vit í Føroyum skulu fáa í lag skipan við heimaarbeiðsplássum og fjararbeiðsplássum.
Dennis Holm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald