JN

Nú eru fleiri enn 100 føroyingar staðfestir frískir

...

2020-04-06 07:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru nú í alt 183 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4934 kanningarúrslit.

Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir seinasta samdøgnið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 107 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder