Vil hervið heita á Sirið Stenberg um sum skjótast at fara í dialog við Novo Nordisk Grunnin um diabetesviðgerðir og bygging av einari diabetesmiðstøð í Føroyum.
Novo Nordisk Grunnurin hevur bjóðað seg fram til samstarv við føroyska heilsuverkið. Teir hava ætlanir um at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Hetta kunnu og skulu vit ikki lata fara afturvið borðinum. Her er talan um íløgur fyri hundrað tals milliónir í Føroyum, peningur, sum kemur úr útlandinum.
Tað er ein stórur fyrimunur fyri allar 3000 diabetessjúklingarnar í Føroyum um ætlanin hjá Novo Nordisk gerst veruleiki. Tað er týdningarmikið fyri teir at fáa eina so stóra vitannarmiðstøð í nærumhvørvinum. Eina miðstøð, sum teir heilt vist kunnu fáa gagn av.
Tað hevur somuleiðis stóran týdning fyri Føroyar sum heild at fáa eina so stóra og sterka fyritøku sum Novo Nordisk at gera íløgur í Føroyum. Íløgur í samband við upplýsing, fyribyrging, gransking og viðgerð innan diabetes.
Vit hava sera nógv dugnalig starvsfólk í heilsuverki okkara. Væl útbúgvin starvsfólk, sum við hesi íløguni hjá Novo Nordisk kundu fingið nýggjar og spennandi avbjóðingar. Nýggj spennandi størv innan gransking. Hetta hevði ført Føroyar longur fram á pallin innan vitan og gransking á heilsuøkinum. Vitan, sum sjúklingar høvdu fingið gleði og gagn av.
Novo Nordisk skal verða hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar at gera íløgur.
Eg vóni inniliga, at Novo Nordisk kemur til Føroyar at gera hesar stóru íløgurnar. Eg vil eisini bjóða fyritøkuni at vera hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar.
Um, ella tá Novo Nordisk kemur til Føroyar, so verður talan um ein nýggjan stovn, eina nýggja fyritøku. Í hesum førinum verður tí ikki talan um nakran stovn, sum skal flytast úr einum staði til eitt annað stað í Føroyum. Vit hava eina væl útbygda samferðslu og eru framvegis í ferð við at útbyggja samferðsluna fyri milliardir. Eisini hava vit eitt væl útbygt internet. Tí kunnu stovnar leggjast nógvastaðni. Á tann hátt fáa borgarar runt landið størst nyttu burturúr øktu samferðsluni. Tað er umráðandi at okkara fólk fær góð og spennandi arbeiðir, har tey búgva og liva. Soleiðis fáa vit eitt fjølbroytt land.
Sirið, set teg í samband aftur við Novo Nordisk og fá hesi tingini uppá pláss. Jú fyrr, jú betri.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald