2015-08-08 22:18
Í gjárkvøldið lendi Norman Surplus á flogvøllinum í Vágum við einum gyrokoptara, sum er opin. Hann hevur næstan flogið runt Jørðina, higartil hevur hann verið í 23 londum, hann skal til Hetlands Oyrkunoyggjarnar og Skotland, so hevur hann nátt tað hann setti sær fyri í 2010, tað ferð hansara byrjaði.
Tá ið hann kom til Føroyar í gjárkvøldið, kom hann frá Eysturlandinum í Íslandi, túrurin til Føroyar tók útvið 5 tímar.
Ein gyrokoptari, er eitt flogfar har vongurin melur, ístaðin fyri at vera fastur, rotorurin melur bara av sær sjálvum. Framdriftin er sum á einum vanligum flogfari.
Gyrokoptarin kann flúgva upp til 900 km. uttan at bunkra.
Norman Surplus ætlar at fara úr Føroyum aftur í komandi viku, tá gongur leiðin til Hetlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald