- Takk fyri at tú gert okkum varug við føroyska smakkin
Leif Sørensen, kokkur, varð í dag heiðraður við Norðurlendska Herðaklappinum. Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum handar herðaklappið á Norðurlandadegnum, 23. mars.
- Tú fært heiðurin fyri at gera føroyska matin kendan í Norðurlondum og kring allan heimin, men eisini fyri at gera okkum sjálvi varug við tann góða smakk vit eiga í sjógvi, fjøru og haga, segði Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum, tá gav Leif Sørensen herðaklappið. Umframt eitt blómutyssi fekk hann eisini ein ferðaseðil á NORÐUR-rutini hjá Atlantic Airways.
Leif Sørensen er ein av undangongukokkunum handan tað, vit kalla The Nordic Cuisine. Í 2004 var hann saman við 11 øðrum norðurlendskum kokkum við til at orða manifestið um nýggjan norðurlendskan mat, sum hevur verið slóðbrótandi innan fínari matmentan kring allan heim hesi seinastu árini.
Herðaklappið verður handað á Norðurlandadegnum, 23. mars, sum er dagurin, tá Helsingfors-sáttmálin varð undirskrivaður. Herðaklappið varð latið á fyrsta sinni í fjør til útvarpsvertin Ragnar A. Jacobsen fyri tónleikasendingina Norðurljóð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald