Vinna

Norðurlendska hagtalsárbókin útkomin

...

2014-11-21 17:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðurlendska hagtalsárbókin 2014 er nú útkomin. Samstundis er Norðurlendski hagtalsgrunnurin dagførdur við meira útgreinaðum hagtølum við ørgrynni av samanberiligum upplýsingum úr øllum Norðurlondum. Høvuðskelda til upplýsingarnar úm Føroyar er Hagstova Føroya. Sosialu hagtølini koma tó í høvuðsheitum frá Nososco, norðurlendska sosialstatistiska samstarvinum, har almannaverkið er føroyska høvuðskeldan. Heilsuhagtølini koma somuleiðis í høvuðsheitum frá Nomesco, ið er norðurlendska medisinstatistiska samstarvið, har heilsuverkið er føroyska høvuðskeldan.

Norðurlendska hagtalsárbókin 2014 verður útgivin av Norðurlendska Ráðharraráðnum og kann bíleggjast frá H.N. Jacobsens Bókhandli fyri 260,- kr. uttan MVG. Atgongd til norðurlendska hagtalsgrunnin er uttan kostnað.
Á heimasíðuni hjá Hagstovuni http://www.hagstova.fo/fo/nordurlendska-arbokin er leinkja til Norðurlendsku hagtalsárbókina sum pdf-skjal og til Norðurlendska hagtalsgrunnin.

Kelda: hagstova.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder