Politikkur

Norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnir hittast til fundar í Føroyum

...

2018-08-27 13:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í døgunum 27. og 28. august verður Ráðstevna Norðuratlantisku Fiskimálaráðharranna hildin í Føroyum. Evnið á ráðstevnuni er ???Sustainable Ocean Governance???.

Tað er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum er vertur fyri ráðstevnuni.

Eisini fara norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnir at hava tvíliðaðar fundir sínámillum, har strandarlandasamráðingar og áleikandi mál um fiskirættindi hvør hjá øðrum verða viðgjørd.

Norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnir fáa eisini høvi til at uppliva føroyska náttúru og mentan meðan teir eru í Føroyum.

Hetta er aðru ferð innan fyri eitt gott ár, at russiski fiskimálaráðharrin Ilya Shestakov vitjar Føroyar.

Og hetta er fyrstu ferð Evropanevndarlimurin (European Commissioner) í fiskivinnumálum Karmenu Vella vitjar Føroyar. Vit skulu aftur til desember 2013 seinast ein Evropanevndarlimur vitjaði Føroyar og var tað Maria Damanaki sum hin fyrsti nakrantíð á almennari vitjan.

Týsdagin 28. august klokkan 12:15 - 12:45 verður tíðindafundur á Hotel Føroyum, har fjølmiðlarnir eisini fáa høvi til at seta spurningar til teir norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnar.

Skráin fyri ráðstevnuna kann heintasther.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder