
??rslitið áðrenn skatt í 2019 var eitt avlop á 9,5 mió. kr. Eginognin rentaði við 3,9 % og solvensurin var 21,7 % við árslok 2019.
Vøksturin í útlánum var 3,2 % ella 60 mió. kr. ??tlánini øktust úr 1.886 til 1.947 mió. kr.
Vøksturin í innlánum var 4,4 % ella 100 mió. kr. ??? úr 2.302 mió. kr. upp í 2.403 mió. kr. Innlánsavlopið var 456 mió. kr. við ársenda 2019.
Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum í løtuni er 4 %. Samlaða ábyrgdarfæið var 25,2 mió. kr. við árslok 2019 í mun til 20,8 mió. kr. við ársbyrjan. Hetta er ein øking á 4,4 mió. kr. ella 21,3 %.
Gjaldføri og solvensurGjaldførið er gott. Við ársenda 2019 var yvirdekningurin í mun til lógarkravda gjaldførið 174 %.
Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2019 var solvensurin 21,7 % sammett við 20,5 % árið fyri.
Samanumtikið er sparikassin væl nøgdur við gongdina í 2019.
Norðoya Sparikassi 100 árÁrið 2019 var eitt merkisár, tí 24. septembur 2019 vóru 100 ár liðin, síðani Norðoya Sparikassi varð stovnaður, og hetta ynskti sparikassin at hátíðarhalda gjøgnum alt árið.
Á hvørjum ári er ein røð av mentanarligum og ítróttarligum tiltøkum, sum sparikassin stuðlar og í 2019 hevur sparikassin verið serliga sjónligur í sambandi við hesi tiltøk og dagar.
100-ára hátíðarhaldið endaði leygardagin 28. septembur 2019 við stórum tiltaki fyri ábyrgdarum, viðskiftafólki og almenninginum ??? bæði børn og vaksin ??? í ítróttarhøllunum í Klaksvík. Umframt mat og undirhald var framløga av 100-ára minnisriti.
Sparikassin er væl nøgdur við 100-ára hátíðarhaldið og góðu undirtøkuna í hesum sambandi.
Orsakað av koronasmittuni er umboðsráðsfundurin fyribils útsettur - meira verður at frætta seinni.
Ársfrásøgnin fyri 2019 verður tøk á heimasíðu sparikassans www.ns.fo eftir umboðsráðsfundin.
NORÐOYA SPARIKASSI
Marner Mortensen, stjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald