2020-01-05 07:42

Norðingur og Borgarin, sum hava fiskað makrel vestur úr Hetlandi eru báðir áveg á Kollafjørð, teir verða á Kollafirði kl. 2 og kl. 3 í dag.
Norðingur hevur 1.300 tons og Borgarin hevur 1.500 tons, báðir gjørdu teir 3 tov.
Teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, mettt verður, at tað tekur 1½ døgn at landa hvørt skipið.
Sagt verður, at makrelurin er størri nú enn teir plaga at fáa á leiðini við Hetland, teir siga, at støddin liggur um 430 gramm.
Næraberg kemur eisini á Kollafjørð seinnapartin í dag, teir hava tó ikki verið til fiskiskap, men hava reinsa motorarnar í Hollandi, Næraberg hevur verið í Hollandi í rúma tíð. Teir fara nú at rigga til, at fara á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald