Vinna

Norðingur hevur sett kós á Føroyar

...

2020-03-14 17:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðingur, sum hevur verið til svartkjaftafiskiskap í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, er farin at sigla heim, teir hava 800 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir rokna við, at verða á Fuglafirði um middagin mánadagin.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, sagt varð, at tað hevur viðrað illa á feltinum har suðuri, nógvir bakkdagar og annars smáligt fiskarí, svartkjafturin flytir seg norðuryvir. Tað eru nógv skip á feltinum, íslendsk, russisk, norsk og føroysk.

Skipini leita nú norðureftir.

Norðingur er nú staddur á 55N og 15,5V, har var fitt av vindi, men vindurin fer at minka nú móti kvøldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder