2019-12-19 21:24

Norðingur hevur í dag verið á Fuglafirði, har teir landaðu 350 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Norðingur hevur fiskað í føroyskum sjógvi.
Norðingur fór av Fuglafirði á Klaksvík, har teir verða liggjandi um jólahalguna.
Í kvøld eru bara - Høgaberg, Fagraberg og Finnur Fríði av uppisjóarskipunum til fiskiskap, tey trý skipini royna sunnast í føroyskum sjógvi eftir svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald