Vinna

Norðingur er áveg á Fuglafjørð

...

2020-02-29 19:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðingur er áveg á Fuglafjørð við útvið 2.000 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún. Norðingur hevur verið í altjóða sjógvi góðar 200 fj. vestur úr Írlandi.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir vóru tá staddir tætt norður úr Føroya Banka, har var nógvur vindur og høg alda, so tað gongur spakuliga norðureftir, teir rokna við, at koma á Fuuglafjørð fyrrapartin í morgin.

Annars varð sagt, at vindurin var minkaður, og teir rokna við, at sum náttin líður, so minkar vindurin meira.

Norðingur sleppur framat at landa mikudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder