Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2020-01-28 20:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg siglir inn av svartkjaftafeltinum, teir verða á Fuglafirði kl. 4 í nátt, har teir skulu bunkra til komandi túr, á middegi í morgin byrja teir at landa í Ánunum, teir hava 1.180 tons av svartkjafti, harav 1.050 tons er heilfryst og 130 tons er heysaður svartkjaftur, eisinni hava teir 80 tons av mjøli.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir fara nýggjan túr seinnapartin hósdagin, tá fara teir í ES-sjógv at fiska, helst suður ímóti St. Kilda, har nøkur føroysk skip eru í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder