Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2020-05-27 22:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg er áveg inn av svartkjaftafeltinum, teir fara fyrst á Fuglafjørð at bunkra, síðani fara teir í Ánirnar at landa, teir byrja at landa kl. 14 í morgin.

Vit tosaðu fyri løtu síðan við Jón Rasmussen skipara á Norðborg, hann segði, at teir - tá ið liðugt er at framleiða í nátt - koma at hava 1.330 tons av frystari vøru, harav 1.270 tons var heilfrystur svartkjaftur og 60 tons av heysaðum, harafturat eini 150 tons av mjøli.

??tlanin er at fara nýggjan túr á middegi fríggjadagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder