2021-01-30 10:32

Norðborg hevur fiskað sild í altjóða sjógvi norðanfyri - einar 330 - 360 fj. norður úr Kallinum á umleið 67 - 68N.
Fiskiskapurin hevur verið hampuligur, nú teir sigla inn hava teir 955 tons av heilfrystari sild, 334 tons av sildafløkum, 80 tons av mjjøli og 70 tons av lýsi, sigur Hans Klakkstein, skipari við okkum á JN.fo.
Teir koma á Fuglafjørð at bunkra sunnumorgunin, mánamorgunin kl. 6 skulu teir byrja at landa í Ánunum.
Í morgun eru tvey føroysk skið í altjóða sjógvi norðanfyri á umleið 68N - tey eru Tróndur í Gøtu og Høgaberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald