Politikkur

Nøkur mál Martin vil arbeiða fyri, um hann verður valdur inn

...

2020-10-31 11:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Her eru nøkur mál, sum eg vil arbeiða fyri, um eg verði valdur í Vága kommunu
Vága kommuna skal vera savnandi:
Tað er rættiliga virðismikið at kenna seg at hoyra til og at vera ein partur av eini heild. Og her er tað týdningarmikið, at kommunan aktivt ger sítt til, at allir borgarar, uttan mun til hvar tey hoyra heima, kenna seg sum part av tí heildini, sum Vága kommuna er.
Vegir og útstykkingar:
Tað eru nógvir vegir og gøtur í kommununi, sum trongja til ábøtur. Eisini eiga vit hugsa um trygdina á høvuðsvegnum. Kommunan hevur kunnað okkum um, at nógv er sett í gongd, og vit hava sæð, at Miðbrekka er asfalterað, og at nýggjasti vegurin omanfyri FK í Miðvági eisini hevur fingið asfalt.
Eg vil gera alt fyri, at tað, sum liggur og bíðar, verður gjørt liðugt í komandi valskeiði.
Eisini vil eg arbeiða fyri, at tað verður møguligt at fáa byggiklár grundstykkir, so tað slepst undan óneyðugum misskiljingum um hæddir o.a viðv. grundstykkjum. Eisini soleiðis, at um onkur ynskir at byggja, so kann viðkomandi fara í gongd beinanvegin. Hetta má sjálvandi gerast fyri kostprís.
Tey eldru:
Tey eldru í Vága kommunu skulu føla seg væl. Tí vil eg, um eg verði valdur, virka fyri, at pensionistar fáa góðar umstøður at savnast. Harumframt skulu vit vera við til at stuðla teimum í teirra virksemi.
Ungdómurin:
Vit hava ein sera aktivan ungdóm, sum er serstakliga virkin í ymsum ítróttargreinum, og ítróttarfeløgini skulu eisini hava stórt rós fyri tað arbeiðið, sum tey gera. Tí skal kommunan framvegis veita ítróttarfeløgunum stuðul. Tað eru tó ikki øll, sum íðka ítrótt, og tey eiga vit eisini at hugsa um. Tað hevur týdning at raðfesta ungdómin høgt, tey eru jú framtíð okkara, so sjálvandi skal kommunan veita teimum best hugsandi umstøður. Eftir mínum tykki eru hesi viðurskifti ikki nøktandi í løtuni, so her eigur størri orka at verða løgd í at skapa góðar og mennandi karmar ungdóminum til gagns.
Trivnaður:
Av og á hevur verið umrøtt at seta í verk bussleið ímillum bygdirnar í kommununi; hetta eiga vit at taka upp og royndarkoyra, so at vit síggja, hvør tørvurin er.
At enda:
Omanfyri nevndu viðurskifti eru tey, sum eg serliga ætli at arbeiða fyri, um eg verði valdur í býráðið. Sjálvandi krevst eisini undirtøka av einum meiriluta í býráðnum til tess at fremja tey í verki. Og tað er eisini sjálvsagt, at fíggjar- og arbeiðsorka seta karmar fyri øllum virksemi, men her vil eg gera mítt besta fyri, at henda orka verður nýtt sum best fyri okkara borgarar.
Set X við Martin Simonsen
Set X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder