JN

Nøkur hava fingið staðfest korona afturat

...

2020-08-11 08:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú eru allar kanningar frá 8. august liðugt greinaðar. Í alt vórðu 7 tilburðir staðfestir burtur úr teimum 3462 kanningunum.

Sunnudagin vórðu 2269 kanningar gjørdar, og hóast allar kanningar ikki eru liðugt greinaðar enn, hevur Landslæknin staðfest fýra nýggir tilburðir hendan dagin. Í løtuni verður bíðað eftir úrslitinum frá 482 royndum, og tí er endaliga úrslitið fyri sunnudagin 9.august ikki klárt enn. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk.

Millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, er ein tilburður longu staðfestur. Fleiri enn 1000 kanningar vórðu gjørdar, og flest teirra mangla enn at verða greinaðar.

Dato fyri kanningKanningarPositivarBíða eftir úrsliti
03.08.207172
04.08.2094814
05.08.20228638
06.08.20280416
07.08.20452111
08.08.2034627
09.08.2022694482
10.08.201000+11000+

??ll tey, sum hava fingið staðfest smittuna, eru uppringd av Landslæknanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder