Politikkur

Nøkur av lyftum Miðfloksins, um vit koma í samgongu eftir løgtingsvalið

...

2019-04-09 12:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nøkur av lyftum Miðfloksins, um vit koma í samgongu eftir løgtingsvalið!

Niðanfyri endurgivnu punktir, 1- 4, kundu eins væl verið skrivaði av Miðflokkinum! Tað eru tey tó ikki, men vit taka fult út undir við teimum og senda tey víðari til tín- við nøkrum viðmerkingum og lyftum.

Skattafría grundarupphæddin

Tá samgongan legðist á skattafríu grundarupphæddina í fólkapensiónini, høvdu vit í Miðflokkinum ilt við at trúgva tí. Men tá hendan lækkingin í skattafríu varð tengd saman við einari hækking í inngjaldinum til samhaldsfasta, tvs. einum beinleiðis eykaskatti til allar arbeiðandi føroyingar, skiltu vit, at hetta var eitt farvæl til ein part av sosialu hugsjónini. Hesa hugsjón, sum nakrir av mætastu forfedrum okkara løgdu eftir seg, og sum teir skaptu, fyri at tryggja vanliga føroyinginum virðilig ellisár.

Tá vit harafturat upplivdu, at útgjaldið úr samhaldsfasta, sum jú verður skattað, tá inngjaldið verður tikið frá tær, eisini skal skattast við útgjald, tá gjørdist greitt, at sosiala hjartað samgongunar er um at slókna.

Takk fái okkara eldru

Tí kenst tað lívgandi, at eldru okkara siga frá og ávarða móti gongdini! Takk fái tey fyri tað, tí her er talan um eitt óhoyrt djúpt inntriv í fíggjarligu trygd teirra.

Uttan at himprast fara vit í Miðflokkinum, um okkum eydnast at koma í samgongu, at virka fyri øllum hesum broytingum, umboð okkara eldru biðja um. Skattafría grundarupphæddin má hækkast aftur á tað støðið hon var á, dupultskattingin av sokallaða samhaldsfasta má broytast, mótrokningarupphæddin má hækkast munandi og ongin føroyingur skal blakast heim av arbeiðsplássi sínum grundað á aldur.

v. Miðflokkin,

Jenis av Rana

1.??tgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt.

Samhaldsfasti verður skattaður tvær ferðir í dag - við inngjald og við útgjald. Hetta eigur at broytast somuleiðis sum aðrar pensjónir, sum í dag verða skattaðar við inngjald og eruskattafríar við útgjald.

2.Hækka grundupphæddina.

Skattafría grundupphæddin skal hækkast við 580 kr.,so hon

kemur upp á somu upphædd, sum hon var áðrenn2016, tá

løgtingið lækkaði hana.

3.Mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til kr. 100.000.

Taðskalkunnalønaseghjápensjónistumatarbeiðaeftirpensjónsaldur.

4.Fráfaringaraldurin skal burtur.

Tað skal lóggevast, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna

aldur.Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur áarbeiðsmarknaðinum.Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin,ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinumella ikki.

p.s.: endurgivnu punktini eru frá yvirlýsing Landsfelag Pensionista, samtykt á formansfundi 2. apríl2019

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder