2020-05-10 15:31

Rækjubátarnir hava smáligan fiskiskap, tað er sera nógvur ísur í Barentshavinum í ár, nógva høgættin við nógvum vindi hevur ikki gjørt tað betur hjá okkum, sigur Niklái Petersen skipari á Arctic Viking.
Vit sleppa ikki rættuliga til, har vit ætla okkum í Hopendýpinum. Onkrir hyljar eru (Sí myndirnar), men tað er alt avtaglað við krabbarúsum, so tað forbjóðar seg sjálvt, sum ísviðurskiftini eru í løtuni. Tað kemur illveður lágt í komandi viku, so vóna vit, at ísurin verður burtur, sigur skiparin á Arctic Viking.
Arctic Viking roynir í ein landsynning úr Hopen - 75,5N og 31,4V.
Ennberg og Akraberg, sum eisini royna eftir rækjum eru eystur ímóti Novaja Semlja - 74,2N og 52E
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald