Tá amerikianski oljuídnaðurin megnar at útvinna olju og gass úr skifur, hevur tað við sær eina veruliga orkukolvelting, har tað sera orkukrevjandi stórveldið verður sjálvbjargið við gassi.
Hetta hendir um somu tíð sum ráoljugoymslurnar kring heimin eru við at fyllast, og OPEC metir, at eftirspurningurin fer at verða lægri komandi ár. Hetta skrivar OPEC í síni julifrágreiðing.
Felagsskapurin, sum stendur fyri størsta partinum av oljuframleiðsluni í heiminum, sigur, at tess partur av heimsmarknaðinum fyri olju fer at minka í 2014.
Orsøkin er tann, at USA er farið at framleiða munandi nøgdir av olju og gassi úr skifurløgunum í undirgrundini. OPEC skrivar, at eftirspurningurin eftir olju frá limalondunum verður 29,61 milliónir tunnur í meðal í 2014, ein minking við 250.000 tunnum um dagin í mun til 2013.
Frágreiðingin sigur, at um tey 12 limalondini halda fram sum nú at pumpa olju upp úr undirgrundini fer tað at hava við sær eina stóra meirframleiðslu í mun til eftirspurningin. Málið er at framleiða 30 milliónir tunnur um dagin, og í juni varð dagliga framleiðslan hjá OPEC 380.000 tunnur meira enn ætlað.
???Tað fer at hava við sær enn størri goymslur, sum í løtuni eru sera stórar,??? sigur OPEC. Hetta hendir um somu tíð, sum IMF, altjóða gjaldoyragrunnurin metir, at búskaparvøksturin í heiminum verður nógv minni enn higartil mett. Eitt nú fer eftirspurningurin í Kina at minka munandi, tað skrivar oljan.fo
Vinna
OPEC óttast amerikonsku skifur-oljuna
...
2013-07-12 15:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald