Vinna

Vatnahúsini: Sølan hevur gingið væl

Tann 14. juli var móttøka í Vatnahúsunum Niðri á Tjørn í Miðvági tá ið fyrstu gestirnir gistu í nýggju smáttunum..

2026-09-25 18:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 7. novembur í 2024 skrivaðu Vága kommuna og Sp/f 4.11.2024 undir avtalu um eitt leiguøki á útvið 9.000 fermetrar. Felagið hevði eina verkætlan har ætlanin var at byggja 15 smáttur.

Tann 14. Juli í ár vóru tær fyrstu fimm smátturnar klárar at taka í brúk, og fyrstu gestirnir gistu eisini tá, og eru nú hinar 10 lidnar, og eru tiknar í brúk. Frá Vatnahúsunum verður upplýst, at hóast tey komu seint í gongd í summar, hevur sølan gingið sera væl. Fólk hava tikið væl ímóti Vatnahúsunum.

Talan er um ein ferðavinnudepil, sum helst kemur at lyfta føroysku ferðavinnuna á eitt hægri støði.

Pláss eru fyri seks fólkum í hvørjari smáttu, og hevur tað við sær, at 90 fólk kunnu gista har samstundis.

Smátturnar liggja í einum vøkrum umhvøri, og hava tær útsýni bæði ímóti Trøllkonufingri og Trælanípu, sum man vera eitt tað størsta ferðavinnumálið, sum er í Føroyum.

1100 navnauppskot komu inn tá ið navnakapping var, og bleiv navnið Vatnahúsini valt – á enskum The Lakehouse.

Vitja heimasíðuna hjá teimum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder