Mentan

Nógv nýtt í Frøði, sum júst er komið út

....

2017-07-21 13:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Frøði er lættvísindaligt rit, sum Føroya Fróðskaparfelag gevur út.

 Innihaldið í Frøði hesa ferð er fjølbroytt og fevnir um greinar av fleiri vísinda- økjum og gevur á tann hátt eina løtumynd av, hvat ið fyriferst á vísindaliga pallinum í Føroyum. 

Jens Christian Svabo Justinussen viðger í eini grein stóru ætlanina um ídnaðardepil á Sundi, sum Hans Mortensen legði fram í 1984, men sum ongantíð varð framd í verki. ??tlanin verður lýst og sett inn í eitt størri høpi sum dømi um granskingar- og klekingardepil. Henda grein er eisini vorðin háaktuell, nú økið á Sundi aftur er komið í brennidepilin, tí Tórshavnar kommuna ger seg til reiðar at taka ímóti gróti úr Eysturoyartunlinum og ætlar at nýta tað til at víðka havnarøkið á Sundi eystureftir. 

Lundalús og skógarmotta er grein eftir Jens-Kjeld Jensen, sum lýsir, hvussu skógarmottan er komin til Føroya og hevur breitt seg til tær størru oyggjarnar í Føroyum. 

Greinar eru um fiskivinnugransking og skipasøgu. Helgi Jacobsen skrivar í samráð við Hjálmar Hátún um nýggja havgransking, ið gevur okkum nýggja vitan um, hví makrelurin seinastu árini hevur breitt seg vestur móti Íslandi og Grønlandi. Til fyri stuttum hava granskarar hildið, at hiti var høvuðsorsøkin til ferðingarmynstrið hjá makreli. Men nú bendir nógv á, at útbreiðslan stavar frá stórum vøkstri í makrelstovninum og at makrelurin flytur seg, tí hann leitar eftir føði. 

Rolf Guttesen roynir at loysa gátuna um sýnsbrævið hjá ???Royndini Fríðu???. Ymskir høvundar hava góðtikið skjalið sum eitt rætt sýnsbræv, men hesum vísir Rolf Guttesen aftur. Við støði í nýggjum upplýsingum verður niðurstøðan, at hetta helst er eitt viðmæli til eina umsókn, sum Nólsoyar-Páll hevur sent ???Det kongelige Landhusholdningsselskab.???  

Vinnuráðgevin Símun Hammer við- ger úrslitið av eini kanning um góðskuna á ísaðum fiski. Ein niðurstøða í nýggju kanningini er, at ov vánalig handfaring er atvoldin til, at góðskan á føroyskum feskfiski sum heild liggur á einum ov lágum miðalstøði. Í blaðnum hesa ferð er sætta og seinasta greinin í røðini um steinrenningar. Hon er um steinrunnin igulker. Ymisk igulker verða lýst og avmyndað. Higartil er vitað um fýra steinrunnin igulker í Føroyum, trý av teimum eru funnin í heilt nýggjari tíð. Tað er ógreitt, hvussu hesar steinrenningar eru komnar til Føroya, men tað kann vera við ymsum innflutningi, t.d. við sandi úr Noregi. 

Bókmentir og bókmentalestur hava stóran áhuga millum fólk. Í eini bókmentaligari grein viðger Lydia Didriksen fyribrigdið paratekst í bókmentaligum teksti. Paratekstur er eitt slag av karmi um eina bók, har ið lesarin fær at vita, hvat slag av bók, talan er um. Her møtast høvundur og lesari, áðrenn lesarin fer inn í tekstin, og parateksturin er sum so ein ábending um, hvussu teksturin skal lesast og fatast og er sostatt á ein hátt ein gátt ímillum lesaran og verkið.

Les meira HER:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder