Mentan

Mai mánaður og demensur

Hendan mai mánaða fara vit at varpa ljós á demens, við tí vitan um, at inklusión er besti heilivágur.

2026-05-01 19:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Demens er ikki bara ein sjúka, sum herjar á minnið – tað er ein avbjóðing, sum rakar alt menniskjað og tess samband við umheimin. Skulu vit skapa eitt demensvinarligt samfelag, mugu vit tryggja, at borgarar við demens framvegis eru ein virkin partur av okkara felagsskapi.

Einsemi er ein av størstu fíggindunum hjá einum menniskja við demens, eins og teirra avvarðandi.

At vera partur av samfelagnum – um tað er at fara í handilin, ganga ein túr ella luttaka í felagslívinum – stimbrar heilan og gevur kenslu av at hoyra til.

Við at upplýsa og spjaða vitan, kunnu vit taka burtur tað tabu, sum ofta fylgir við demenssjúkuni.

Vera tolin og vísa umsorgan, tá vit møta einum menniskja, ið virkar eitt sindur burturvið.

Saman kunnu vit skapa eitt demensvinarligt samfelag, har demensur ikki merkir endin á sosiala lívinum, men byrjanin upp á ein nýggjan máta at vera saman uppá.

Tiltøk í Vága kommunu kunnu síggjast á www.vaga.fo í samband við Undurfagri mai.

Í Sørvági hava vit eitt tiltak í Musikskúlanum “Gamla skúla” mánadagin kl.14.30 har songfuglarnir/demenskórið vitjar og Reyði Krossur kemur at fortelja um vitjunartænastuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vesturvón

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder