JN

Nógv fólk til umvælingarkvøld í Betri í Miðvági

...

2020-03-04 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Týskvøldið var skipað fyri einum bústaðarkvøldi við fokus á umvæling á deildini hjá Betri í Miðvági. Innihaldið var í høvuðsheitum rættað til fólk, sum keypa eldri sethús og hava ætlanir um at umbyggja og gera broytingar. Fokus var á bjálving og ymsar orkuskipanir.

Allan Svabo Jónsson, byggifrøðingur, er í gongd við at høvuðsumvæla síni hús og hann tosaði um sínar persónligu royndir við umvælingini og bjálvingini. Betri Banki vísti á, hvussu umvælingin best verður fíggjað og Betri Trygging tosaði um týdningin av at tryggja ognina undir umvælingini. Umboð fyri Svend Krosstein greiddu frá um orkuskipanir við atliti til íløguna, og nær hon verður afturgoldin.


Alt í alt eitt viðkomandi kvøld, sum náddi út til allar aldursbólkar. Niðanfyri eru myndir frá tiltakinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder