2020-03-15 17:35

Aftur í dag eru nógv fólk ið hava kannað seg fyri coronavirus. Myndin ið vit hava fingið frá einum lesara ið hevur kannað seg vísir, at tað vóru lang bíðirøð av bilinum. Kanningarstaðið er undir takinum við kapellið.
Tað ber ikki til at møta bara upp fyri at kannast, tú skalt hava fingið eina tilvísing frá læknanum áðrenn, og skalt hava sjúkraeyðkenni ella verið í samband við onkran ið hevur fingið staðfest coronavirus.
Tað eru 11 fólk staðfest ið hava fingið coronavirus, og vóru 327 fólk kannaði til og við í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald