JN

Hava fingið um 25 tons av døglingatvøsti í Hvalbiar sókn

...

2020-08-19 09:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Døglingarnir, ið løgdu beinini í Sandvík mánamorgunin vóru stórir, tvøsti teir fingu av teimum vág 15,3 tons.

Døglingarnir, ið løgdu beinini í Hvalba í morgun vóru heldur minni, so siga vit at teir fáa 10 tons av tvøsti burtur teimum, so hevur sóknin fingið 25 tons av góðum tvøsti hesa vikuna - burturúr 11 døglingum.

Vanliga er millum 1,5 til 2 tons av tvøsti á einum døglingi.

Døglingarnir sum blivu dripnir í Sandvík mánamorgunin eru helst teir næststørstu sum hava gjørt landgongd har. Fólk í Sandvík halda, at einaferð áður hava døglingar verið størri enn teir mánamorgunin, men tá var talan bert um tveir døglingar.

Fyrr plagdu teir at gera lýsi burturúr spikinum, tað skuldi hjálpa so væl at smyrja uppá har ein hevði gikt. nú verður spikið ikki brúkt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder