2019-05-28 19:10

Gransking: Granskingarnevndin hevur á fundi 24. mai játtað stuðul til 9 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.201.044 kr. til verkætlanir á økjunum mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi, tøkni og heilsa.
31 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt góðar 23 mill. kr.
Stuðul er latin 3 ph.d.-verkætlanum og 6 øðrum verkætlanum. 4 kvinnur og 5 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og feløgum í Føroyum og í Danmark.
Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2019, eru:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald