Starvsmannafelagið skrivar:
KJAKUNDUR: At døma eftir útsagnunum frá umboðum fyri fimm av teimum sjey umboðaðu flokkunum, fer Løgtingið neyvan at leggja seg út í verkfalsrættin hjá føroysku fakfelagrørsluni. Við at lóggivið fyri undantøkum, hevði politiski myndugleikin tikið sterkasta vápnið frá fakfeløgunum, tykjast flestu flokkar at vera samdir við fakfelagsrørsluni í
Kári Mikkelsen, journalistur
Politikararnir fara neyvar at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum. Hetta var ein av niðurstøðunum, sum vit kunnu gera, eftir almenna kjakfundin, sum Starvsmannafelagið skipaði fyri eftir aðalfundin fyrr í mánaðinum. Fimm av teimum sjey flokkunum, sum eru umboðaði á løgtingini, sótu við pallborði
Tvey evni vóru til umrøðu. Tað fyrra var undantøk í sambandi við verkfall. Seinna málið snúði seg um at skerja arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.
Í hesi greinini viðgera vit tað fyrra evnið, hvørt flokkarnir halda tað vera neyðugt við neyvari avtalum og eini møguligari lógaráseting um undantøk.
Undantøk í fokus
Verkføllini á arbeiðsmarknaðinum seinasta vetur reistu enn einaferð spurningin, hvørt verkfalsrætturin í Føroyum er ov víðgongdur, og um tørvur er á tryggari skipan og avtalum um undantøk í verkfallstøðum.
Løgmaður kom í viðmerkingunum til ólavsøkurøðuna í fjør við eini útsøgn, sum fall fakfeløgunum fyri bróstið. Hesaferð var tað í sambandi úrslitaleysar sáttmálasamráðingar innan almannaverkið og heilsuverkið, sum elvdu til verkføll.
Fyrsti spurningur til floksumboðini við pallborðið var tí, hvørt flokkarnir taka undir við, at Løgtingið leggur seg út í frælsa samráðingarrættin. Og um so skuldi verið, um hetta ikki er at skrykkja tennirnar úr fakfeløgunum, við at skerja besta vápnið, sum fakfelagsrørslan hevur, nevniliga verkfallsrættin.
Viðbót ella hægri løn undir verkfalli
Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkurin, var tann fyrsti, sum slapp at svara hesum spurningi.
- Vit mugu tora at viðgera karmarnar um eitt verkfall. Ikki minst tá tað snýr seg um lív og heilsu hjá fólki. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum segði, at tey ikki kunnu standa inni fyri, at lív og heilsa er trygg hjá teimum, sum liggja á Landssjúkrahúsinum. Tá jarðamøðurnar fóru í verkfall var ein tilburður á Landssjúkrahúsinum, har ein kvinna kundi bløtt út. Eingin kann liva við, at nakar doyr undir verkfalli ella fær varandi mein. Hvørki fakfelagsrørslan ella vit sum politiskur myndugleiki. Hetta mugu vit tora at viðgera, og ein máti er, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum finna eina semju um, hvørji undantøk skulu vera, soleiðis at fólk ikki ganga og óttast úti í samfelagnum. Millum annað kundu tey, sum ikki fara í verkfall, fáa eina eyka viðbót ella munandi hægri løn, tí tey eru noydd at vera til arbeiðis. Hetta soleiðis, at øll í samfelagnum kunnu kenna seg trygg, meðan verkfallið er, segði Aksel V. Johannesen.
Anita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, sum umboðaði Tjóðveldi undir pallborðsfundinum, ávaraði ímóti politiskt at leggja seg út í verkføll.
- Eg haldi, at vit mugu ansa sera væl eftir at leggja okkum út í fría verkfalsrættin hjá fakfeløgunum. Gera vit tað, máa vit støðið undan tí amboði, sum fakfeløgini hava fyri at vinna sær økt rættindi. Eg haldi als ikki, at vit politiskt eiga at fara inn og máa støðið undan hesum. Eg veit væl, at tá tað hava verið verkføll, so er ótti loyptur á nógv og sanniliga eisini á okkum politikarar, tí tað kann standa um lív. Yvirlæknar vísa á, at hetta er ábyrgdarleyst. Men tað vísir seg, at hóast politiski myndugleikin ikki leggur uppí, so hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum verið so mikið at sær komnir og taka neyðug fyrilit. Fakfelagsrørslan hevur meira enn hundrað á baki her í Føroyum, og tað er ongantíð hent nakað, so eg haldi als ikki, at vit eiga at blanda okkum politiskt, segði Anita á Fríðriksmørk.
Síðani fekk Ruth Vang, løgtingskvinna úr Framsókn, orðið.
- Í Framsókn halda vit, at verkfalsrætturin eins og verkbann eru væl egnaði amboð til at finna semjur á arbeiðsmarknaðinum. Vit ynskja ikki á nakran hátt at pilka við hesi rættindi, men sjálvandi reisa verkføllini spurningin, um man viðhvørt fer ov langt. Tað sigur seg sjálvt, at tá øll undantøk verða tikin aftur, tá er ein serlig støða, har tú setir tær spurningin, um farið verður út um mark. Í slíkum førum er vandi fyri, at verkfallið sum amboð verður avmonterað. Eg havi tí hug at seta spurningin, at tá farið verður so langt út, er tað tí, at man ynskir at finna aðrar loysnir? Eitt nú at fáa eina avtalu millum partarnar um, hvussu vit gera, tá verkfall er. Hetta at fara aftur til tænastumannalíknandi treytir, soleiðis at trygd verður veitt fyri, at nøkur fólk eru til arbeiðis, segði Ruth Vang.
Avtalur í friðartíð
Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, umboðaði Fólkaflokkin undir pallborðsfundinum. Hann legði fyri við at vísa á, at rætturin at fara í verkfall sjálvandi skal varðveitast.
- Verkfallsrætturin skal helst vera soleiðis, at hann verður brúktur sum ein brandbilur. ??ll skulu hava atgongd til brandbil alla tíðina, men helst skulu vit sleppa undan at brúka hann. Tað er sjálvandi bara, tá tað er eldur í, at hetta gerst neyðugt. Fyrr vóru verkføll nógv meira vanlig innan fyri tað privata, og tað snúði seg kanska um nakrar deyðar fiskar, har tosað varð um virðir, sum kundu fara fyri skeytið. Í dag hava verkføllini flutt seg nógv meira yvir í tað almenna. Vit tosa nú um livandi menniskju, ið kunnu vera rættiliga illa fyri, og sum oftast vera rakt av verkføllunum. Hetta mugu vit gera nakað við, haldi eg. Ikki politiskt, men at partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu tosa saman og gera avtalur í tíðini, sum eg kalli friðartíð. Tað nyttar ikki at taka hatta kjakið uppaftur, tá næsta verkfall er. Hetta má gerast í fríðartíð, og partarnir mugu snakka nógv meira saman um, hvørji undantøk eru neyðug, soleiðis at teir veikastu borgararnir ikki verða raktir, segði Joen Magnus Rasmussen.
Jenis av Rana, løgtingsmaður og formaður í Miðflokkinum, vísti á, at tað var ógvuliga nær við, at Løgtingið í desember legði seg út í verkfallið í Almannaverkinum.
- Eg eri uppvaksin í einum fakfelagsumhvørvi, og sjálvur havi eg verið formaður í felagnum fyri yngri læknar, har vit tvær ferðir vóru útsettir fyri verkbanni. Tað fyrsta vit gjørdu morgunin eftir, var at gera av, hvussu vit skuldu fara fram og viðgera tey undantøk, sum vóru neyðug fyri, at støðan ikki skuldi ganga út yvir sjúklingarnar. Hetta bar væl til. Vit komu sigrandi burtur úr tí, sjálvt um vit góvu undantøk. So einfalt gongur tað ikki altíð, sum vit sóu í desember, har tað kom so nær, at bert ein atkvøða manglaði í, at samgongan legði seg út støðuna í almannaverkinum. Ein fundur í andstøðuni gjørdi, at samgongan ikki fekk ta einu atkvøðuna afturat, sum skuldi til. Eg eri samdur við Joen Magnusi Rasmussen í, at tað má vera í friðartíð, at hesi viðurskiftini skulu fáast í rættlag. Tað ber ikki til at seta forboð fyri at fara í verkfall, tí tað er ein dýrabærur rættur, men hinvegin at brúka tíðina ímillum samráðingarnar at finna eina haldbara skipan, segði Jenis av Rana.
Formaðurin ávaraði ímóti
Orðaskiftið millum politisku umboðini bylgdi aftur og fram, og møguleiki var hjá áhoyrarunum at seta spurningar ella koma við viðmerkingum. Tann fyrsti, sum tók orðið, var formaðurin í Starvsmannafelagnum, Súni Selfoss. Hann vísti millum annað á, at fakfeløgini ikki taka undir við at avtala undantøk frammanundan, tí tað gevur arbeiðsgevarunum alt ov góð kort á hondina.
- Um man glaðbeintur fer at avtala undantøk áðrenn sáttmálasamráðingar, koma vit fyri tað fyrsta at tøma fakfelagskassarnar, og verkføllini gerast óendalig. Tað er nevniliga so ómetaliga lætt hjá sáttmálapørtunum ??? serliga arbeiðsgevarunum ??? at siga nei. Og tá man heldur fast um tað og ikki kemur víðari, sum er tað tragiska í hesum, tá enda vit úti í hesum verkføllunum, sum tvinga fakfeløgini til at taka undantøkini aftur. Koma vit hartil, at støðan tvingar eitt fakfelag til at taka undantøkini aftur, tá eru vit drigin ógvuliga langt út í samráðingunum, segði formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Hann vísti eisini á, at tað er langt síðani, at Starvsmannafelagið var í verkfalli, men hann kendi einki til, at felagið ikki hevur givið neyðug undantøk, tá støðan hevur kravt hetta. Eitt nú tá ræður um sjúkraflutning, á brandstøðum og í sambandi við aðrar neyðsynjartænastur.
Sum áður nevnt vóru tvey evni sett á skrá fyri pallborðsfundin eftir aðalfundin hjá Starvsmannafelagnum 9. mars. Vit fara í eini seinni grein at endurgeva frá hinum evninum við pallborðið, sum var spurningurin um at skerja arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Sambært lóg frá 1978 er arbeiðsvikan 40 tímar, hóast hon í mesta lagi liggur á 39 tímum fyri flestu fakbólkar.
Tað var høvundin til hesa grein, Kári Mikkelsen, journalistur, sum var fundarstjóri á kjakfundinum hjá Starvsmannafelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald