Nýggj strandfaraskip ??? nú!
Tíðarhóskandi ferðasamband til oyggjarnar uttan vegasamband er bráðneyðugt, og tí eiga flokkarnir á tingi at ganga saman um eina greiða ætlan fyri endurnýggjan av strandfaraflotanum. Fyri 300-330 mió. kr., skift á nøkur ár, ber til at endurnýggja allar ferjurnar, ið sigla til smærru oyggjarnar. ??tlanin eigur at byggja á breiða politiska semju, ið røkkur longri enn eitt valskeið, soleiðis at greiða ætlanin kann fylgjast uttan mun til, hvør samgongan er. Júst sum gjørt hevur verið í mun til undirsjóvartunlarnar.
Føroyar eru eitt oyggjaland, og gott dagligt ferðasamband er avgerandi, skulu treytirnar fyri at virka og liva verða javnsettar kring landið alt. Eitt dagført samband er somuleiðis ein fyritreyt fyri, at øll øki í landinum fáa lut í framburðinum, og fyri, at fólk framhaldandi velja at búgva, liva og virka í øllum oyggjunum.
Góð 85% av fólkinum hava í dag fast samband, og landið hevur gjørt stórar íløgur í vegir, tunlar, brýr og byrgingar fyri at binda saman oyggjarnar. Eysturoyartunnilin lat fyri stuttum upp, og um góð tvey ár verður koyrandi í Sandoynna. Hetta áleggur politisku skipanini eisini at tryggja tíðarhóskandi samband sjóvegis til oyggjarnar, sum eru uttan vegasamband. Í undanfarnu samgongu varð farið undir at byggja havrannsóknarskip og eitt avloysaraskip til Strandferðsluna. Erla Kongsdóttir er nú í sigling, og tí eiga vit beinanvegin at fara undir at endurnýggja allan strandfaraflotan. Í hesi samgonguni er eitt eyka skip til flutning av farmi keypt til Sandoyarleiðina, men eisini hetta skip er eitt gamalt skip.
Borgarar á oyggjunum uttan vegasamband eiga at vita, nær tey kunnu vænta sær nýtt skip. Er undirtøka fyri at seta í miðal 50-60 mió. kr. av árliga, kann allur flotin endurnýggjast uppá fimm-seks ár. 90-100 mió. kr til eitt nýtt Nólsoyarskip. 45-50 mió. kr til eitt nýtt skip til Fugloy/Svínoy. 90-100 mió. kr til eina nýggja Kalsoyarferju. 45-50 mió. kr til eina nýggja Skúvoyarferju. 25-30 mió. kr til at umbyggja Sam fyri, soleiðis at hann kann verða tað farmaskipið, sum SSL manglar til tær smærru oyggjarnar. Teistin verður ikki mettur at vera egnaður at seta inn á øðrum oyggjarutum, men kann seljast, tá koyrandi verður í Sandoynna í 2023, og sostatt verða eitt klípi til fíggingina.
Samstundis má loysn finnast til tær leiðirnar, ið ikki hava nøktandi samband í dag. Sum dømi kann nevnast Mykines, har ferðasambandið ikki hevur fylgt við tíðini yvirhøvur, og ikki livir upp til tørvin hjá fastbúgvandi og vinnu, herundir ferðavinnu í oynni. Hetta er einasta leið, ið er útveitt. Tað er langt frá ein nóg góð tænasta, at siglt einans verður stutta summarskeiðið, og má siglingin leingjast og útbyggjast til so stóran part av árinum, sum ráðiligt er at sigla fyri veður.
Arbeiðast má samstundis fyri, at breið politisk undirtøka verður fyri einum fíggingarleisti fyri Suðuroyartunnilin, so farast kann undir hesa farleið, ið er avgerandi fyri framtíðina hjá Suðuroynni. Av tí at fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin eru farnar í gongd, verður ikki roknað við nýggjari ferju til Suðuroyarleiðina. Pengar skulu tó vera tøkir til at gera allar neyðugar ábøtur á Smyril og til at leiga hóskandi avloysaraskip komandi árini, soleiðis at Suðuroynni eisini verður tryggjað nútíðarhóskandi ferðasamband.
Byggjast í Føroyum
Arbeiðið at smíða nýggjar ferjur til SSL-flotan eigur í størst møguligan mun, at vera gjørt í Føroyum. Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, telist millum heimsins fremstu av sínum slag. Bróðurparturin av arbeiðinum er gjørt í Føroyum, og júst tí at øll verkætlanin frá byrjan av varð gróðursett í og ment av dyggari fakligheit og førleikunum her heima, er úrslitið framúr gott og væl egnað til føroysk viðurskifti. Við politiskt at semjast um, at nýggju SSL-ferjurnar skulu byggjast í Føroyum, kunnu vit skapa virksemi og arbeiðspláss, menna skipasmíð og viðkomandi førleikar, og geva oyggjabúgvum ferjur, sum er sniðgivnar og smíðaðar júst til endamálið at sigla millum oyggjarnar í Føroyum.
Rekast við varandi orku
Nýggjasta SSL-ferjan, Erla Kongsdóttir, kann sigla bæði við olju og streymi, so fyrsta stigið at umleggja til umhvørvisvinarlig skip er tikið. Nýggju ferjurnar eiga allar at verða smíðaðar soleiðis, at brennievnið í mest møguligan mun verður varandi orka ??? til dømis vetni ella el. Menningin á hesum øki gongur skjótt.
Á langtíðarkarminum hjá samgonguni eru pengar ikki settir av til nýtt strandfaraskip fyrr enn í 2025. So leingi kunnu vit ikki bíða við at fara undir at smíða nýggj skip til oyggjaleiðirnar. Til Fíggjarlógina fyri 2021 royndu vit at fáa undirtøku fyri játtan, so SSL beinanvegin kann fara undir at fyrireika byggingina av fýra ferjum. Hetta bar ikki á mál, tó at vælvilji tykist vera í flestu flokkum á tingi. Í næstum leggja vit aftur fram eitt uppskot um at fara undir at endurnýggja Strandfaraflotan. Við vón um, at flokkarnir kunnu semjast um at finna pening til fyrireikingar og projektering av fýra systurskipum í 2020, og seta neyðugu upphæddinar til at smíða skipini á fíggjarlógunum fyri komandi fimm árini.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald