Meðan heilsufrøðingar, og onnur við innliti í støðuna føroyska familjan livir undir, rópa varskó og bøna ráðandi politikarar um at vakna, so kemur javnaðarflokkurin í gjár við einum tíðindaskrivi, har tey, ístaðin fyri uppskot um her og nú átøk at hjálpa teimum, sum "mangla tak yvir høvdið", heita á landsstýrið um:
"at kalla grindaformennirnar saman í stundini", og at "bíða við at halda springarum til" .
Avgjørdir heilsufrøðingar
Tað er ikki tí at heilsufrøðingarnir eru ógreiðir, tvørturímóti. Tær skriva um hendan trupulleikan, sum tær siga:
"skríggjar til Himmals, men tey eru fá, sum hoyra skríggið"
Víðari skriva tær, at:
"alarmerandi nógvar familjur heilt einfalt mangla tak yvir høvdið, og tann støðan versnar í hvørjum"
"tær vitja dagliga húsvillar familjur"
"Tað er størsti sosiali trupulleikin í løtuni"
"familjurnar flyta í øgiliga ringar- og dýrar íbúðir"
Vánaligu íbúðirnar gera, at:
"tú fært børn, sum gerast sjúk... og sum ikki fáa hugsavna seg um bara at vera børn ella um tað at læra"
"børnini vita ikki um tey fáa eitt kamar"
"tey kunnu ikki bjóða vinfólkum heim við, plássið er ikki til tað
???tey vita ikki um tey skulu sova undir trappuni ella úti í gongini"
Men javnaðurin ynskir fund um springaradráp "í stundini"!
Jenis av Rana,
formaður Miðfloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald