
Síðani nýggjasjúkrahúsleiðslan tók við í fjør, hevur verið arbeitt við ymsu tættunum í Menningarætlaninifyri sjúkrahúsverkið í góðum og tøttum samstarvi við politiska myndugleikan.Ein av hesum er at skapa ein sterkan felags samleika fyri tey trý sjúkrahúsini.
Fríggjadagin varð almenn navnakapping útskrivað, nú sóknastverður eftir nýggjum nøvnum til tey trý sjúkrahúsini. Hetta hevur elvt tillívligt og erligt orðaskifti millum fólk um okkara sjúkrahúsverk ??? eittorðaskifti, sum vísir, hvussu kær og dýrabar sjúkrahúsini eru fyri flestuokkara.
Hetta fegnast vit um, tí fyri sjúkrahúsleiðsluna eropinleikin avgerandi. Eisini er tað av alstórum týdningi, at allir føroyingarhava havt møguleikan at siga sína hugsan, tá ið arbeitt verður við sofastgrógvum nøvnum, sum nøvnini av okkara sjúkrahúsunum eru. Hóast monguatfinningarsomu viðmerkingarnar til navnakappingina, so eru eisini komin góð ogseriøs boð upp á møgulig nýggj nøvn, hóast freistin fyri at lata inn uppskotikki er fyrr enn í um knappar tríggjar vikur.
Felags samleiki fyritey trý sjúkrahúsini
Sjúkrahúsleiðslan hevur sum nevnt í eina tíð arbeitt við at fáa tað samlaðaføroyska sjúkrahúsverkið at virka sumeina eind. At fáa sjúkrahúsini at samstarva betri fer at skapa betri karmarfyri tí, sum alt snýr seg um: at veita bestu viðgerðina til sjúklingin.
Í 2018 vórðu tey trý sjúkrahúsini formliga skipað undir einafelags leiðslu, og eftir nøkur stjóraskifti var nýggja leiðslan fullmannað áheysti í fjør. Tað hevur alla tíðina verið okkara uppgáva at arbeiða víðari viðat styrkja og sameina tað samlaða føroyska sjúkrahúsverkið. Og vit eru farinundir hesa spennandi avbjóðing við góðum treysti.
Ein avgerandi liður í at samansjóða tey trý sjúkrahúsini erat skapa ein sterkan samleika, sum er felags fyri alt sjúkrahúsverkið. Einsamleiki er annað enn eitt navn ??? men tað er eisini eitt navn. Tí sóknast viteftir nýggjum nøvnum, sum knýtir okkum saman.
Menna samstørvtvørtur um sjúkrahúsini
Vit eru vitandi um, at eitt navn ikki kann standa einsamalt og kemur heldurikki at samla tey føroysku sjúkrahúsini. Sjúkrahúsleiðslan arbeiðir tí eisini viðøðrum innanhýsis átøkum, sum hava til endamáls at styrkja um samstarvið tvørturum tey trý sjúkrahúsini. Í hesum arbeiðnum luttaka nógv starvsfólk innan ymsufakøkini á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Vit ynskja ein felagsskap við trimum sjúkrahúsum, sumsamskifta, virka og skapa eftir sama virðisgrundarlagi. Hetta er ein stór ogspennandi broyting, og leiðslan í Sjúkrahúsverkinum ger sítt fyri at tryggja,at starvsfólkini ikki missa fótafesti í hesum broytingartíðum.
Løgtingið játtaðipening til at samantvinna sjúkrahúsini
Ein navnakapping er sum sagt ein liður í hesum arbeiðinum. Navnakappingin erikki kostnaðarmikil og fer ikki at hava ávirkan á tær kanningar og viðgerðir,sum verða gjørdar á sjúkrahúsunum. Sjúkrahúsverkið hevur nógv dugnalig starvsfólk,sum hava luttikið í arbeiðinum og harvið hildið útreiðslunum niðri.
Heilsumálaráðið letur tær 10.000 krónurnar, sum vinnarin fær.Harumframt eru útreiðslur til lýsingar og lýsingarstovu fyri at hjálpa okkumvið lýsingarherferðini. Hesin peningur fer av serstakari játtan, sum Løgtingiðhevur latið til arbeiðið at menna felags samleika.
At enda vilja vit gera greitt, at tað ongantíð hevur veriðætlanin at beina burtur brævbjálvar og annað prent, seingjarklæðir og búnar,orsakað av navnabroytingini. Tá tíðin er komin at bíleggja nýggj prent ellapløgg, tá verða hesi við tí møguliga nýggja navninum.
Steinar Eirikstoft, forstjóri, Alexandra á Dul, stjóri ogHans Pauli Henryson, stjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald