Mentan

Natúrligu rættindi barnanna ??? eru vit í ferð við at taka tey burtur?

...

2016-04-19 08:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

10 týðandi grundir til at siga NEI til at broyta hjúnabandslógina


1. Neyðugt er at skilja ímillum hjúnaband, sum fevnir um mann og konu, og so samlív hjá tveimum av sama kyni. Hetta eru tveir samlívs¬hættir, ið grundleggjandi eru ymiskir, ikki minst viðvíkjandi tí at fáa børn í parlagnum.

2. Blóðband, familja og ílegur (gen) eru grundleggjandi partur av náttúruni.

3. Sambandið millum mammu, pápa og barn er serstakt ??? fyri børnini, tey vaksnu og fyri samfelagið. Hetta samband hevur serstøðu og er øðrvísi enn øll onnur sambond.

4. Føroyar mugu verja náttúrugivna rættin hjá børnum at kenna og vaksa upp hjá sínum biologisku foreldrum, mammu og pápa sínum, í tann mun tað er møguligt og forsvarligt.

5. Í Noregi sigur barnalógin §4a soleiðis: ???Eitt barn kann ikki bæði hava ein pápa og eina hjámammu.??? Eitt barn, sum hevur eina hjámammu, hevur altso ongan pápa sambært norskari lóg. Fara Føroyar eisini at smíða hesi ósannindi inn í lógina?

6. Eitt samfelag, ið byggir á rættferð, kann ikki taka undir við, at ætlað faðirloysi og móðurloysi er til barnsins besta og í samsvari við náttúrunnar skipan.

7. Tað má ikki henda, at Føroyar taka undir við altjóða barnamarknaðinum, har handlað verður við sáði og eggi, sáðgevum og burðarmammum. Um samkynt parlag verður javnsett við hjúnabandið, verður trupult at sleppa undan hesum.

8. Føroysk børn verða ikki javnsett, um vit lóggeva fyri, at myndugleikarnir kunnu taka antin mammu ella pápa frá teimum undan føðingini. Hesi børn missa grundleggjandi rættindi og verða diskriminerað í mun til onnur børn.

9. Tað finnast undantaksstøður og neyðstøður, har børn ikki hava møguleika fyri sambandi við annað av foreldrunum. Tá mugu myndugleikarnir finna so skilagóðar loysnir sum gjørligt. Men politiska skipanin kann ikki birta upp undir hugsjónir og skipanir, har natúrligu rættindi barnanna tilætlað verða tikin frá teimum.

10. Barnið hevur eitt náttúrugivið tilknýti til mammu og pápa, og rættindi barnsins mugu altíð viga tyngri enn ynskini hjá vaksnum. Børn eru ein gáva ??? ikki ein rættur ella ein brúkslutur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder