
Vit søkja eftir tveimum námsfrøðingum til dagstovnin Alvalon í Sørvági at byrja 12 august 2019. Talan er um eina barnagarðsstovu við uml. 12 børnum í aldrinum 2,5 til 5 ár. Tey ið søkja hava møguleiki at koma á motorik assistent skeið.
Um stovnin
Alvalon er ein stovnur, ið liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi. Vit skipa karmarnar so at børn og vaksin eru trygg, hava tað stuttligt og mennast í spæli. Stovnurin hevur tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur, ein skúlabólk, frítíðarskúla og ungdómshús.
Námsfrøðiliga arbeiðið byggir í høvuðsheitum á ástøðið hjá Lisu Ahlmann og vit eru farin at arbeiða nógv við motorikki. Vit hava 4 motorikvegleiðarir og 5 motorikassistentar á stovninum, sum saman við hinum starvsfólkunum arbeiða nógv við at stimbra sansirnar hjá børnunum.
Væntanir
Væntað verður, at tú fylgir námsætlanini, virðisætlanini og mannagongdunum, ið eru partar av stovninum.
Væntað verður eisini, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, hevur góð samstarvsevni, kann arbeiða sjálvstøðugt og er opin og erlig/-ur. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, dugir at síggja menningarmøguleikar og trívist í einum umhvørvi, har arbeitt verður við starvsfólkum, børnum í ymiskum aldri og foreldrum/avvarðandi.
Vit kunnu bjóða tær:
-eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss
-at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi
-eitt umhvørvi, har fakligheit og menning eru í hásæti
-at verða luttakandi í einum stovni í menning
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] ella til Alvalon, Kjóadalsvegur 2, FO-380 Sørvágur.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. Juli2019 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Claus A. Rasmussen leiðara, tlf 233240.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald