
Vága kommuna søkir eftir námsfrøðiligum ráðgeva í tíðaravmarkað starv frá 1. september 2019 til 30. juni 2020.
Starvið:
Námsfrøðiliga ráðgevingin hjá Vága kommunu telur 2 ráðgevar, ið arbeiða sum eitt toymi.
Uppgávurnar hjá Námsfrøðiligu ráðgevingini eru m.a.:
at ráðgeva stovnum, starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum
at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnum
at stuðla stovnsleiðslunum við námfrøðiligari menning av stovnstilboðunum
Talan er um eitt fakliga mennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum.
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.
Starvið er tíðaravmarkað frá 01.09.2019 til 30.06.2020.
Starvsetanin er sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag og er lønt á lønarstigi 17-23.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Evu Klein, námsfrøðiligan ráðgeva á tlf. 794406 ella til Jóannes N. Dalsgaard kommunustjóra á tlf. 794408.
Umsókn
Umsókn saman við viðkomandi prógvum, viðmælum og upplýsingum um royndir, skal sendast til Vága kommunu [email protected] í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald