Politikkur

Nakrar útoyggjar hóra ikki undan, um tað ikki koma skjótar loysnir

...

2021-04-19 09:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??toyggjafelagið: Várið og summarið er altíð ein virkin tíð á útoyggj. Umvælingar og upprudding er á skránni, umframt at gera klárt til ferðavinnuna, fyri tey sum hava hetta sum part-inntøku. Men tað er ein stórur tungur klossi, sum skuggar yvir tað, sum annars kundi verið jaligt og spennandi - navnliga óvissan og ótryggleikin í samferðsluni og farmaflutninginum.

At ferðafólka- og farmaflutningur framvegis, eftir so nógv ár við upprópum og áheitanum, umframt ítøkiligum ávísingum á forðingar, enn ikki er vorið optimalt, er so langt frá gott.
Nakrar útoyggjar hóra ikki undan, um tað ikki koma skjótar loysnir. Politiski myndugleikin noyðist at taka hetta í álvara. Røddirnar á útoyggjunum vikna, tí orkan er við at hvørva - tí heitir útoyggjafelagið á allar partar um at fara til verka, at finna best møguligu loysnirnar til hvørja einstaka oyggj, ongin undantikin - saman við teimum sum búgva á, og eru knýtt at oyggjunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder