Politikkur

Nakrar søguligar rættleiðingar (fimti partur)

...

2019-05-27 21:02 Author image
placeholder

Fyri nøkrum árum síðani sat eg og tosaði við tveir politikarar, sum søgdu mær frá søguni, tá gamli Smyril (Morten Mols) varð keyptur í 1975. Og tað vóru ikki vøkur orð, teir høvdu at siga um Sambandsflokkin í sambandi við tað málið.

Teir søgdu, at Sambandsflokkurin unti ikki suðuroyingum eitt gott skip, og sum eg skilti á teimum, so var í teirra hugaheimi eingin ivi um, at Sambandsflokkinum dámdi ikki suðuroyingar í síni heild. Ja eg skilti, at flokkurin hevði eitt brennandi politiskt ynski um, at allar ferðir um Suðuroyarfjørð helst skuldu vera so drúgvar og ótespiligar sum yvirhøvur til bar, og best var, um øll lógu hálvdeyð í sjóverki.

Hetta ljóðaði løgið í mínum oyrum, tí eg veit einki um, at nakar suðuroyingur hevur gjørt Sambandsflokkinum nakað ilt, og tí dugdi eg heldur ikki at síggja, hvat tað var, sum skuldi hevnast.

Eg fór tí at leita í løgtingstíðindum og øðrum bløðum frá hesi tíðini, og har fann eg nógv sum manglaði í frásøgnini frá teimum báðum tíðindafróðu politikarunum.

Breið semja um nýtt skip

Kjakið um Morten Mols (sum seinni fekk navnið Smyril) snúði seg als ikki um, hvørt tað var rætt at skaffa eitt nýtt skip á Suðuroyarleiðini ella ikki. Breið semja var í løgtinginum um, at gamli Smyril var ótíðarhóskandi, hóast hann ikki hevði nógv ár á baki. Men hvat var tað so, sum ósemjan snúði seg um?

Ikki suðuroyarferja burturav

Nýggja skipið ið ætlanin var at keypa, skuldi ikki einans vera ein Suðuroyarferja. Skipið skuldi eisini brúkast til millumlandasigling. Í løgtingsins fíggjarnevnd varð upplýst, at orsaka av millumlandasiglingini fóru onkuntíð at ganga 2½ samdøgur millum hvønn túrin millum Suðuroynna og Havnina. Eisini sæst í álitinum frá fíggjarnevndini, at í meðal ferðaðust tá í tíðini 30 ??? 40 fólk á hvørjum túri um Suðuroyarfjørð, og um summarið var hetta talið 60 ??? 65 fólk. Tí var spurnartekin sett við, um ein ferja sum tók 800 fólk, ikki var í so stór og kostnaðarmikil í mun til tørvin. Tí hildu umboðið hjá Sambandsflokkinum og hini í minnilutanum í fíggjarnevndini, at tað fór at tæna suðroyingum nógv betur, um ein nýggj ferja varð bygd, sum tók 300 fólk og sum kundi sigla á Suðuroyarleiðini burturav, soleiðis at munandi styttri varð millum túrarnar.

Tað vórðu eisini aðrir spurningar settir við ætlaða skipakeypið, sum høvdu við trygdina at gera. Í dag kunnu vit siga, at skipið royndist sera væl, og trygdini bilti einki, men tað kann ikki hava verið av illvilja móti suðuroyingum, at onkur hevur vilja havt vissu fyri, at trygdin var í lagi.

Framhaldssøgan steðgar nú ??? í hvussu so er fyri fyrst

Nú havi eg skrivað nakrar greinir um søguligar pástandir, sum hava verið vendir móti Sambandsflokkinum. Eg haldi at tað hevur verið tiltrongt at greiða frá nøkrum av hesum tingunum, tí flokkurin sum fyrstu nógvu árini eftir floksbýtið hevði reinan meirluta í løgtinginum, og sum aftaná heimastýrislógina hevur staðið á odda fyri nógvum samgongum, hevur eina stolta søgu, sum vit sambandsfólk onga orsøk hava at skammast við.

Men av tí at fólkatingsval er útskrivað, og løgtingsval verður um stutta tíð, steðgi eg við hesi røðini nú. - Men kanska verður hon tikin uppaftur seinni.

Helgi Abrahamsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder