Politikkur

Nakrar søguligar rættleiðingar (annar partur)

...

2019-04-30 15:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í fyrsta parti av hesi greinarøðini vísti eg á eina ramsu við søguligum pástandum, sum vit hoyra, serliga tjóðveldisfólk, brúka umaftur og umaftur. Uttan at leggja nakað prógv á borðið, reksa tey upp ymiskt, sum tey siga, at Sambandsflokkurin skal hava verið ímóti.

Í hesi greinini fari eg víðari í hesi ramsuni, og fari at siga nøkur orð um føroyska málið.

Føroyska málið í kirkjunum

Tað verður ofta sagt, at ???sambandsmenn??? vóru ímóti, at føroyskt fekk innivist í kirkjunum, og skal tað vera heilt stuttligt verður sagt, at orsøkin til hetta skuldi vera, at ???Várharra skilti ikki føroyskt???.

Eg ivist ikki í, at í einum politiskum stríði sum vardi í nógv ár, var nógv sagt av báðum pørtum, ið var betri ósagt. Trýst gevur sum kunnugt móttrýst, og tað er einki at ivast í, at fólk onkuntíð eru lopin framav í hesum politiska kjakinum. Eg fari tí ikki at forsvara alt sum hevur verið sagt um hetta málið, men eg haldi at tað eru nøkur grundleggjandi viðurskifti, ið nútíðin ofta gloymir.

Tað øvugta av hebariskum

Viðvíkjandi kirkjumálinum, so kunnu vit siga, at støðan hjá føroyska málin, minti ikki sørt um støðuna hjá hebraiska málinum - bara við øvugtum fortekni. Hebraiskt var, fyri gott og væl hundrað árum síðani, bara brúkt í synagogunum, og tí noyddust jødarnir at endurskapa tað verðsliga málið. Teir høvdu bara ???andalig orð??? á hebraiskum.

Hjá okkum var tað øvugt. Føroyingar høvdu tað verðsliga málið, sum livdi sítt fríska lív í tí føroyska gerandisdegnum, men í kirkjunum høvdu danskir prestar verið í fleiri øldir, og tí var tað kirkjuliga føroyska málið ikki til. Eingin dugdi tað.

Prædikurnar vóru á donskum, og føroyingar bæði sungu, bóðu og signaðu seg á donskum. Eisini uttanfyri kirkjugátt, til dømis í sambandi við útróður, varð sungið á donskum. So trupulleikin var ikki, at ???Várharra ikki skilti føroyskt???. Trupulleikin var, at føroyingar skiltu ikki hendan partin av føroyska málinum.

Tann málkøni Fríðrikur Petersen, próstur, (sum eisini var fyrsti formaður Sambandsfloksins), skrivaði einaferð í Færøsk Kirketidende, at hann nú hevði umsett bønina ???Faðir vár???. Hetta kann tykjast løgið nú á døgum, tí at umseta ???Faðir vár??? úr donskum munnu tey flestu klára. Men hetta vísir, hvussu støðan var. Hann var noyddur at gera nýggj orð fyri tey andaligu hugtøkini.

Veikur skúli

Viðvíkjandi føroyskum í skúlunum var avbjóðingin ikki tann sama. Bygdarskúlarnir vóru ser illa fyri við lærarum, so vanliga var bara ein lærari í hvørjum skúla. Ikki var óvanligt, at hesin lærarin hevði tveir ??? ja dømi eru eisini um tríggjar skúlar. Næmingarnir gingu í skúla aðruhvørja viku, og tí var neyðugt, at teir fingu hjálp frá foreldrunum. Men har var ikki nógv hjálp at heinta, um skúlamálið skuldi vera føroyskt, tí foreldrini høvdu bara lært danskt. Nógvir av lærarunum dugdu heldur ikki at skriva føroyskt. Tí var neyðugt at finna eina skipaða yvirgongd frá donskum til føroyskt.

Í løgtingstíðindum frá 1905 stendur endurgivið eitt orðaskifti, sum Løgtingið hevði um føroyska málið. Tað orðaskiftið vísir eina breiða semju um at geva rúm fyri føroyska málinum, men at ósemja var um, hvussu yvirgongdin skuldi vera.

Í 1918 legði Poul Niclasen, úr Sambandsflokkinum, eitt uppskot fyri løgtingið, um at tey yngru børnini skuldu undirvísast á føroyskum. Uppskotið fall, hóast Sjálvstýrisflokkurin hevði meirlutan í løgtinginum tá.

Tveir av stovnarum Sambandsfloksins, Fríðrikur Petersen, próstur, og Joen Poulsen, lærari, (sum gav út ta fyrstu føroysku skúlabókina), og fleiri við teimum, gjørdu sítt til at fáa føroyskt í kirkjur og skúlar, men hetta var ikki nøkur løtt uppgáva. Tað haldi eg, at mong gloyma í orðaskiftinum um tær søguligu hendingarnar.

Tað er lætt at standa nú á døgum og lasta tey, sum livdu fyri 100 árum síðani, fyri teirra sjónarmið, og at gera søgurnar stuttligar er heldur eingin kunstur. Men tað er samtíðis pínligt at staðfesta, at nógv av tí sum ger søgurnar stuttligar, er manglandi innlit hjá frásøgufólkunum.

(meira kemur seinni).

Helgi Abrahamsen

næstformaður Sambandsfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder