2020-03-08 19:40

Næraberg, sum hevur verið til fiskiskap í ES-sjógvi vestur úr Írlandi, kemur á Kollafjørð í morgin, fullfermdur av svartkjafti - góð 3.200 tons, sum teir landa í Kollafirði.
Vit tosaðu við skiparan á Nærabergi fyri løtu síðan - Rólvur í Norðnástovu - hann segði, at tað hevði viðrað sera illa hendan túrin, teir høvdu havt nógvar bakkdagar, men tá ið viðraði, tá var fiskiskapurin bara góður.
Tað eru 38 mans við hendan túrin.
Væntandi fer Næraberg nýggjan túr seinnapartin í komandi viku, tá verður aftur farið í ES-sjógv og so helst í føroyskan sjógv, helt skiparin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald