Vinna

Næraberg landar í Kollafirði í morgin

...

2020-02-06 18:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næraberg, sum hevur roynt í ES-sjógvi vestur úr Hebridunum, er komin undir land sunnanfyri, teir vaska skipið og gera klárt at koma á Kollafjørð.

Næraberg hevur knapt 3.200 tons av svartkjafti, sum teir landa í morgin, teir byrja at landa kl. 8.

Tað eru 38 mans við hendan túrin, skipari er Rólvur í Nárðnástovu.

Teir rokna við at fara nýggjan túr mitt í komandi viku, tað verður helst farið í altjóða sjógv vestur úr Írlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder