JN

Næraberg kemur á Kollafjørð í morgin

...

2021-03-17 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, sum er umleið 700 fj. suður úr Føroyum, setti týsdagin kós móti Føroyum, teir hava fulla last - 3.200 tons av heilfrystum svartkjafti, sum teir skulu landa í Kollafirði, teir verða á Kollafirði seinnapartin hósdagin.

Næraberg fór av Kollafirði 21. februar, men tað hevur viðrað illa, so teir hava ikki havt meira enn 14 fiskidagar.

Skipari á Næraberg er Thorvald Hansen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder