Politikkur

Nær kemur nýggi veðurlagspolitikkurin

...

2021-02-19 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
31. desember 2020 gekk veðurlagspolitikkur Føroya út. Tað vil siga, at síðan tá hava Føroyar ongan almennan veðurlagspolitikk havt. Landsstýrismaðurin hevur úttalað seg í miðlunum um, at hann arbeiðir við einum nýggjum veðurlagspolitikki.

Tí hevur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sett landsstýrismanninum í umhvørvismálum hesar spurningar:

??? Hvussu gongur við arbeiðinum at gera ein nýggjan veðurlagspolitikk fyri Føroyar ?
??? Nær ætlar landsstýrismaðurin at bjóða øllum flokkum við í arbeiðið fyri at fáa breiða semju um veðurlagspolitikkin ?
??? Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja sær, at veðurlagspolitikkurin verður fylgdur, soleiðis at vit røkka málinum at minka um okkara útlát?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder