Mentan

Nær ella fjart, ert tú sál míni kært

...

2021-04-27 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Luftin, távit komaútúr flogfarinumíVágum aftanáeina langa feriu. Angin av nýbakaðum breyði, tá tú kemur inn í gongina hjá ommu. Klemmi frá børnunum, tá tú heintar tey íbarnagarðinum eftir ein langan arbeiðsdag. Hendurnar í svalligu moldini. Nýsligin bøur. Regnið, ið dýkir niðurá vindeyguni. Kenslan, tá tú gloymir tíð og stað, meðan tú eygleiðir lítlu klukkuna, sum gongur fram við trænum, túplantaði fyri nógvum árum síðan í viðarlundini.

Lítla klukkan er bert ein av mongum. Síggj fyri tær allar mýggjabitarnar fram við Bláu Nílánni í Etiopia.Allar firvaldarnar, sum um veturin savnast í heita El Rosario friðøkinum í Mexico. Tysjandi milliardirnar av meyrum í regnskógini í Amasonas. Millum øll hesi, hvønn leiklut hevur lítla klukkan tá? Leggja vit nakað í, um hon ikki er har, næstu ferð vit fara í viðarlundina?

Hugsa vit um klukkuna sum eina veru av mongum, so leggja vit kanska ikki so nógv í tað. Men samstundis kann akkurát henda klukkan vera ein av fáum, sum er eftir av sínum slag. Hvønn dag doyggja millum 150 og 200 ymisk plantu- og djórasløg út kring heimin. Lívfrøðiliga margfeldið minkar við eini ferð, sum vit ongantíð hava sæð fyrr. Og hvørja ferð náttúran verður fátækari, hevur tað ávirkan á heildina. Tí hvør lívfrøðiliga vera er liður í eini størri vistskipan. Hvør klukka hevur sín leiklut í heildini.

***

Tá føroyingar flyta heim út útlondum, hoyra vit ofta, at í Føroyum kenna tey seg sum ein týðandi brikk íputlispælinum - heldur enn ein dropa í havinum. Farið verður kanska frá at vera ósjónlig á einum stórum altjóða arbeiðsplássi, til at hava ein avgerandi leiklut í eini lítlari føroyskari fyritøku.

Í Føroyum síggjast vit nevniliga aftur. Í lítla samfelagnum síggjast sporini. Bæði tey, sum vit gleðiliga leggja eftir okkum. Og tey, vit heldur vildu fjalt. Vit eru lítil. Tað merkir viðbrekin. Men tað merkir eisini smidlig.Tað er lættari at venda einum lítlum báti enn eini stórari skútu.

Hvørja ferð vit taka eina avgerð, broyta vit heimin. Vit hava ofta lyndi til at halda, at tað vit gera, ger ongan mun. Men tað er heldur øvugt. Alt vit gera, ger mun. Tað merkir ikki, at heimurin melur rundan um okkum. Men í veruleikanum mala vit øll saman í einari stórari ringrás, har onki er til yvirs, og onki manglar.

***

Ein spíri slær røtur í myrku moldini og veksur til eitt stórt træ. Eitt træ verður til fleiri, ið verður til eina heila viðarlund. Fyrsta vindmyllulundin í Føroyum, á Mýrunum í Vestmanna, verður til eitt samfelag, sum um fá ár verður rikið av varandi orku. Í Vestmanna eru trý vatnorkuverk og ein vindmyllulund. Skjótt fáa vit eisini pumpuskipan millum byrgingarnar í Heygadali og á Mýrunum, og helst eisini enn eina vindmyllulund. Hesi átøkini hava avgerandi týdning fyri ynskið, sum nærum allir føroyingar hava um eitt burðardygt samfelag. Vit vilja vera tey, ið veittra við grøna flagginum. Rørini oman á Fossáverkið ganga beint gjøgnum bygdina. Ja tey eru blivin eitt eyðkenni fyri bygdina. Her úti í kappróðrarneystinum fara tit nú at flota Havfrúnna til ársins kappingar. Men úti í stríða streyminum í Vestmannasundi stríðist longu ein onnur Havfrúgv - ein sjódreki, sum slóðar fyri enn einari nýggjari orkukeldu. Ein nógv brúkt vending í sambandi við verkætlanir av hesum slagi er ???Not in my backyard???. Flestu okkara vilja hava grøna orku, men fæstu vilja hava vindmylluna ov nær húsinum. Men ikki her í Vestmanna. Heldur enn at frábiðja okkum staðseting í bakgarðinum, vita vit, at tað hevur týdning, at onkur gongur á odda. Heldur enn at biðja okkum undan, er tað mín varhugi, at flestu vestmenningar eru erpnir av at slóða fyri. Tá samsvarar myndin, vit geva øðrum, við myndina, vit hava av okkum sjálvum. Tá kenna vit okkum heima í avgerðunum, hóast tær onkuntíð kunnu tykjast lítlar í stóru myndini.

***

Vit hava øll hvør sínauppgávu í lívinum. Tað snýr seg um at røkja hana so væl sum møguligt, so tað, vit leggja eftir okkum, byggir upp, heldur enn at bróta niður. Ansa vit væl eftirøllum náttúruríkidøminum, sum vit eiga her heima - hvørjari lítlari klukku - so fara vit at blíva viðat føla okkum heima. So fara vit eisini nógv ár inn í framtíðina at vera errin. Errin av hvørji vit eru og av landi okkara, tá vit síggja hvíta dúkin við reyða krossinum millum rennandi bláar áir. Tí vit vita, at tað vit gera, ger mun.

***

Merkið, sum vit hátíðarhalda í dag, er myndin av okkum føroyingum. Merkið er tað, ið savnar okkum øll, óansæð hvat vit halda og trúgva um lívsins viðurskifti annars. Merkið sigur nakað um, hvaðani vit eru, og hvørji vit eru. Tað minnir okkum á felags mentan, náttúru, søgu og lagnu okkara. Nær ella fjart, ert tú sál míni kært.

Kenslan, sum Merkið gevur okkum, tað er kenslan av at vera føroyingur. Hon er eisini luftin, tá vit koma úr flogfarinum í Vágum, nýbakaða beyðiðhjá ommu, klemmið frá børnunum, nýsligni bøurin og klukkan í viðarlundini. Og hon skal eisini vera partur av framtíðini ??? inngrógvin í dreymarnar vit hava fyri komandi ættarlið á klettunum.

Tá vit síggja Merkið, føla vit alt hetta. Vit føla, at vit eru partur av eini størri eind, har hvør einasti av okkum telur. Har hvør einasta avgerð broytir og røkir týdningin av Merkinum. Vit føla okkum heima. Og heiminum kunnu bara vit ansa væl eftir.

Takk fyri og góðan flaggdag.

Ingilín Didriksen Strøm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder