Politikkur

Nær byrjar byggingin av nýggjum Sjóvinnustýrið í Vágum

...

2018-09-17 16:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur

til

Poul Michelsen, landsstýrismann

 

viðvíkjandi bygningi til Sjóvinnustýrið



1.     Nærbyrjar byggingin av nýggjum Sjóvinnustýrið í Vágum?

 

Viðmerkingar:

Síðani málsøkið, skipaeftirlit, var yvirtikið,hevur stovnurin verið staðsettur í Vágum. Herfyri var valt at flyta stovnin íleiga høli í Tórshavn. Hetta var bert ein fyribilsloysn, tí Landsstýrið segði,at stovnurin skuldi framhaldandi liggja í Vágum. Løgtingið hevur síðan samtyktat byggja nýggjan bygning í Vágum til Sjóvinnustýrið.

 

Síðan tá hevur einki verið at hoyrt um hesabygging. Landsstýrið hevur seinastu tíðina víst á, at búskapurin er ov heitur,serliga í miðstaðarøkinum, og tí skulu løgur toyggjast. Nú ljóðar, at bygginghjá tí almennað í miðstaðarøkinum ikki skal bíða, men td. bygging av bygningi íVágum til Sjóvinnustýrið skal útsetast.

Fyri at fáa greiðu á hesum, verður hesin spurningursettur.  



17.september 2018

Jørgen Niclasen
løgtingsmaður

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder