Politikkur

Nær ætlar landsstýrið at tryggja loftið í Gásadalstunnlinum

...

2019-03-19 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Viðmerkingar:

Gásadalstunnilin lat upp í 2006. Men tunnilin er ikki tryggur. Í vetur hevur helmingurin av tunnlinum verðið myrkur, men nú er ljós aftur í tunnlinum.

Tó er størri vandin steinar og grót, sum koma undan loftinum. Tað er javnan at steinar og grót liggja á vegbreytini, serliga í helminginum Býggjarmegin.

Vandin at fáa grót á seg er stórur, men vandi er eisini at á koyra á slíkar steinar og grót. Íbúgvar í Gásadali royna at taka steinar og grót av vegbreytini, so koyrast kann. Hetta er alt annað enn trygt fyri Gásadalsfólk.

Nógv fólk bæði renna og súkkla eisini gjøgnum tunnilin. Harumframt er Gásadalur kent ferðamál og tí eru tað rættuliga nógv fólk, sum koyra gjøgnum tunnilin.

Tað er neyðugt beinanvegin at tryggja loftið. Tí verður hesin spurningur settur.

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder