
Vísandi til kunningina niðanfyri við eg hervið kunnað tykkum um at hesin næmingur er testaður positivur fyri coronavirus, COVID-19.
Hetta var ógvuliga harmiligt fyri næmingin, ið er raktur av hesum, og fyri ferðalagið.
Landslæknin hevur fingið yvirlitið yvir hvør var við í ferðalagnum og kontaktupplýsingar.
Tað er sjálvandi landslæknin, ið avgerð hvat nú skal henda, men eg havi mælt øllum í ferðalagnum framhaldandi at vera í sóttarhaldi heima til tey frætta frá landslæknanum.
Í hesum føri var tað gott at vit vóru umhugsin og av varsemisávum fóru tey øll í sjálvboðið sóttarhald beinanvegin eftir heimkomu.
Tað merkir at ongin í ferðalagnum hevur verið inni á Glasi síðani heimkomuna, og tað eru vit sjálvandi fegin um í hesu støðu.
Helst tykkum kunnugt, so var dóttir mín partur av ferðalagnum, og eg havi tí avgjørt at eg fari beinanvegin í sjálvboðið sóttarhald heima við hús.
Eg havi sjálvandi møguleika at arbeiða heimanífrá eins og vit nú komandi 14 dagarnir skuldi gera, sigur Steinbjørn Hardlei rektari á Glasi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald