2020-05-16 20:08

Í dag var 2. umfar í 1. deild hjá monnum leikt, 10 vikur eftir 1. umfar var leikt.
07 Vestur var í dag á vitjan hjá teimum næstbestu hjá Víkingi, og spældu liðini í Leirvík.
Tað komu bert tvey mál í dystinum, og fingu teir 100 áskoðarnir bæði málini í seinna hálvleiki. Seinni hálvleikur var ikki meira enn skotin í gongd, so fekk Víkingur eitt brotsspark, sum ??la Kristian Jacobsen umsetti til mál. Tá ið 52. min. vóru leiktir fekk Dann Fróðason mál fyri 07 Vestur. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og endaði hann 1-1.
Myndirnar hevur Finnur Joen Jacobsen tikið fyri JN.fo.
Hini úrslitini:
AB 1-2 B36
HB 1-1 B71
B68 2-2 NSÍ
KÍ 2-2 FC Hoyvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald